Vilja vinna sær uppflytingardystir

Vilja vinna sær uppflytingardystir
Fyrireikingarnar hjá manslandsliðnum í fótbólti til tveir teir seinastu Nations League-dystirnar ímóti Slovakia og Moldova byrjaðu av álvara í dag, og málið er greitt
Hans Erik Danielsen/FSF
09.11.2026 - 18:16

Fótbóltslandsliðið við monnum var fullmannað til venjingina í regninum á Tórsvølli seinnapartin.

Ari Olsen fekk skaða í dysti fyri Vendsyssel fríggjakvøldið, og tí er Ási Dam úr HB komin inn í hópin í staðin. Annars er støðan góð, sigur landsliðsvenjarin.

Teir, sum spæla í heimligum fótbólti og gjørdu seg lidnar við Meistaradeildina fyri eini góðari viku síðan, møttu til tríggjar venjingar longu í síðstu viku, og nú ræður um at hvessa sær vápnini til dystirnar ímóti Slovakia og Moldova.

Føroyar eru næstfremstar í bólkinum, og møguleikin at enda á 2. plássi er stórur, men nógv bendir á, at heimadysturin ímóti Moldova næsta mánadag verður avgerandi.

Tað er málið í minsta lagi, tí so fær manslandsliðið uppflytingardystir til Deild B í Nations League.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Vágskálin: Frá Jóannesi bónda til Frú S
216535
Mikudag 18. november
Skratsj 18. nov. 2026
216628
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Skipsboð
216603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470