Kurvabóltur: Ravnur fult stigatal

Kurvabóltur: Ravnur fult stigatal
Landskappingarnar í kurvabólti eru byrjaðar, og hjá monnum eru trý umfør spæld. Um vikuskiftið vann ósigraði Ravnur av Toftum á Hávi úr Klaksvík.
10.11.2026 - 08:05

Ravnur staðfesti oddastøðuna í fremstu kurvabóltsdeildini við monnum við tryggum sigri á Hávi á Toftum.

Toftamenn vunnu 81-67 á gestunum úr Klaksvík, og Ásgeir Sigurd Nikulásson varð toppskjútti við 30 stigum.

Ravnur hevur vunnið allar sínar fýra dystir higartil, og verður mettur at vera favorittur til føroyameistaraheitið í kapping við Sporðdrekan úr Havn, sum hevur vunnið tveir av trimum.

Síðan koma Hávur, Falkur og Hamar á ávíkavist triðja, fjórða og fimta plássi.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520