- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sparingar fyri 17,5 milliónir krónur

Sparast skulu 17,5 milliónir krónur á almannaøkinum næsta ár.
Slakar níggju milliónir skula sparast í lønum.
Hetta svarar til 15 ársverk.
Tað er tó týdningarmikið at undirstrika, at hetta ikki merkir, at 15 starvsfólk vera søgd úr starvi, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Eirik í Jákupsstovu, løgtingsmann.
Størsta sparingin, 9,4 milliónir, er á kontuni, sum eitur trivnaðartænastur, vanligt virksemi.
Tillagingarnar eru lagdar soleiðis til rættis, at tær sum minst raka fólk og tænastur, sigur landsstýriskvinnan.
Eingin missir sítt tilboð
Men í summum tilboðum fara broytingarnar at merkjast í gerandisdegnum.
Størsti parturin av sparingunum verður fingin til vegar við at samskipa virksemið betur, bæði innan fyri og millum tilboð.
Gjaldið fyri umlætting hjá vaksnum verður hækkað, so tað verður javnstillað við gjøldini á eldraøkinum.
Hetta fer at geva 250.000 kr.
Tað kann ikki útihýsast, at bíðilistin til ávísar tænastur verður longri, stendur eisini í svarinum hjá Margit Stórá.

























