- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gullmedalju í wellness og spa

- Summi gevast á vegnum, tí tey halda, at kosmetikari hevur nakað við sminku at gera, og onnur gerast bilsin av, hvussu nógv ástøði skal lærast, sigur Signa Mrdalo, sum er um at vera liðug við útbúgvingina sum kosmetikari.
Í farnu viku var hon til eina langa sveinaroynd, sum hon fekk gullmedalju fyri. Eina slíka hevur eingin á wellness- og spa-deildini fingið fyrr, og sagt var eisini fyri næmingunum, at fekst tú eina silvur, so var tað sum at fáa eina gull, tí hesar vóru ógjørligar at fáa.
Signa helt tó, at hon fór at royna, og tá lutakastið til royndina hevði verið, og hon slapp upp í tí, henni dámdi best, so legði hon alla orku í.
- Eg haldi, at tú skalt fáa 11,7 í karakteri í miðal til allar deilroyndirnar hendan dagin fyri at fáa gullmedalju, og tað eydnaðist, sigur ein fegin Signa, sum hevur nakrar vikur eftir av lærutíðini, áðrenn hon kann kalla seg kosmetikara.

























