Hava keypt trotabúgvið eftir Grant

Hava keypt trotabúgvið eftir Grant
Hádygd fer at savna alt virksemi í bygninginum í Miðvági, og har verða gjørdar serbíleggingar av bæði hurðum og vindeygum
Nú verður ruddað út í gamla bygninginum hjá Vatnsoyra Snikkaravirki. Alt virksemið verður savnað í Miðvági.
 
11.11.2026 - 15:50

Einaferð átti Vatnsoyrar Snikkaravirki nærum allan marknaðin fyri vindeygu í Føroyum, men nú verður ruddað út úr søguligu hølunum í Vatnsoyrum, eftir at Grant fór á húsagang.

Eyðkendu vindeyguni hvørva kortini ikki av marknaðinum, tí fýra fyrrverandi starvsfólk hava keypt trotabúgvið eftir Grant.

Jákup Olaf Jóhannesarson hevur saman við trimum øðrum keypt trotabúgvið, og ætlanin er at gera og selja vindeygu til føroyska marknaðin.

 


Jákup Olaf Jóhannesarson.

 

Grant hevði í veruleikanum ongan kjans at kappast við útlendsk vindeygu seinastu árini. Og tí fer nýggja felagið - Hádygd - heldur ikki at gera vindeygu í Føroyum.

Tá liðugt er at rudda í Vatnsoyrum verður alt virksemið savnað í Miðvági. Og har fara teir eisini at gera serbíleggingar av bæði hurðum og vindeygum.

Sí innslag í Degi og viku og samrøðu við Jákup Olaf Jóhannesarson.

 

20261110_DoV_H-DYGD

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096