- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tiknir fyri illgruna um yvirgangsætlan í Spania

<div>Spanska løgreglan hevur handtikið tríggjar menn, sum eru undir illgruna fyri at ætla at fremja yvirgang.</div><div>Menninir høvdu bæði eitur- og spreingievni uppi ár sær, tá teir vóðu handtiknir og illgruni er um, at teir eru limir í yvirgangsfelagsskapinum al- Qaeda.</div><div>Tað skrivar tíðindatovan AFP.</div><div>Menninir, tveir tjetjenar og ein turkur, vórðu handtiknir í Cadiz økinum í syðra parti av Spania, sigur útvarpsstøðin Cadena Ser, sum hevur sínar upplýsingar frá løgregluni í økinum.</div>




















