Skulu hava sjálvsavgerðarrætt í viðurskiftum, ið viðvíkja Føroyum

Skulu hava sjálvsavgerðarrætt í viðurskiftum, ið viðvíkja Føroyum
Samgonguflokkarnir ætla at kanna limaskap í EFTA og gera fríhandilsavtalu við ES og onnur lond, har marknaður er fyri okkara okkum útflutningsvørum
Bárður á Steig Nielsen verður landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum. Her er hann avmyndaður saman við Beini Johannesen, komandi løgmanni, á tíðindafundinum fyrrapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.04.2026 - 11:54

Orðið tjóðarsemja verður ikki nevnt í samgonguskjalinum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, men sagt verður, at Føroyar skulu fáa staðfest sjálvsavgerðarrætt í øllum viðurskiftum, ið viðvíkja Føroyum.

Farið verður at samráðast við donsku stjórnina fyri at fáa limaskap í altjóða samstørvum, herundir at gera ella knýta okkum upp í altjóða avtalur, so sum fríhandils- og tvískattaavtalur.

Flokkarnir siga, at møguleikar fyri limaskapi ella atlimaskapi í EFTA verða kannaðir, og arbeiðið við at gera fríhandilsavtalu við ES og onnur lond, har marknaður er fyri okkara útflutningsvørum, verður styrkt.

Vit skulu framhaldandi vera ein partur av NATO og vesturheiminum. Allar avgerðir á verju- og trygdarøkinum, ið viðvíkja Føroyum, skulu góðkennast av føroyskum myndugleikum. Yvirtøkur verða framdar í semju millum samgonguflokkarnar, verður sagt.

Og nýggja samgongan er samd um at fastfrysta ríkisveitingina, sum í løtuni er 541,8 milliónir kr.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576