Málini: Liðskiparin legði Ísland upp á lærið

Málini: Liðskiparin legði Ísland upp á lærið
Pernille Brandenborg spældi ein einastandandi dyst í 35-30 sigrinum á Íslandi. Liðskiparin skoraði 12 mál upp á 12 skot, og tey kunnu síggjast her
09.04.2026 - 11:51

Liðskiparin legði Ísland upp á lærið, tá Føroyar vunnu 35-30 í EM-undankappingardystinum við Tjarnir mikukvøldið.

Pernille Brandenborg legði fyri við tveimum teimum fyrstu føroysku málunum, og tá tímin var spældur var strikan skrásett fyri 12 mál upp á 12 skotroyndir.

SÍ EISINI: Shit, vit eru kular

Tað vóru tølini, men liðskiparin útstrálaði eisini vinnaravilja frá fyrsta bríksli, og so fylgdi alt liðið henni. 

Hon vildi ikki sita aleina og kúra í Rumenia í desember, segði hon eftir dystin, og vísti til komandi skiftið til rumenska høvuðsstaðarfelagið CSM Bucuresti.

Tað sleppur hon mest sannlíkt undan, tí sigurin á Íslandi tryggjaði mest sannlíkt Føroyum pláss í EM-endaspælinum í vetur. Triðja endaspælið á rað hjá føroysku kvinnunum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576