Miðlastuðulin í tinginum í dag

Miðlastuðulin í tinginum í dag
Korona er eisini á skránni
Løgtingið skal viðgera koronu í dag.
 
18.11.2026 - 07:01


Løgtingið fer í dag at viðgera lógaruppskotið hjá landsstýrinum um miðlastuðul.

Og løgtingið fer millum annnað at atkvøða um lógaruppskotið hjá Bjørg Brynhildardóttur Egholm vegna Tjóðveldi um at hækka hámarkið fyri dagpeningaveiting.

Sambært uppskotinum skal hámarkið hækka úr 80 upp í 100 prosent.

Sambært dagsskránni fyri fundin í dag skal tingið umrøða skrivligan fyrispurning frá Jenisi av Rana um koppsetingar fyri koronu.

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, skal svara í dag.

Spurningarnir eru 13 í tali.

Svarið er ikki alment enn.

Fráboðanir um hjáárin

Men Jenis av Rana sigur, at í tí stendur, at 42 fráboðanir eru komnar frá føroyingum um illgruna um hjáárin av koppsetingarevninum Comirnaty, ella Pfizer/BioNTech.

Fráboðanir eru eisini frá heilsustarvsfólkum.

18 fráboðanir er skrásettar at vera álvarsamar.

Tingfundurin í dag er kl. 11.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettupp
216723
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592