- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mannakor og korona (1:4) - Smittutøl, ótti og fyrstu tilmælini

Alt var sera óvist og ræðandi í fyrstuni. Smittutøl og deyðatøl vórðu varpað út í hvørjari tíðindasending, og á grækarismessu í 2020 fingu vit tey fyrstu tilmælini.
Koronavirus hava verið kend leingi og elva til bruna í andingarleiðini. Summi elva til vanligt krím. Onnur eru meira hættislig. Seinasta útbrotið við einum koronavirusi, áðrenn kovid-19, var SARS, Severe Acute Respiratory Syndrom. Tað var í 2003 og tá var deyðatíttleikin 11%.
- Tá óttin stýrir, eru vit einamest stýrd av kenslum og instinktum, og vit eru ikki før fyri at fyrihalda okkum kritiskt til kunningina, vit fáa, sigur Birita Lamhauge Jóansdóttir, sálarfrøðingur.
Nú góð fimm ár eru farin, síðani koronufarsóttin endaði, fara vit at gera eina kritiska eftirmeting, har vit seta fólkið og fólkaræði í miðdepilin. Vit fara at hoyra frá fleiri ónøgdum føroyingum, hóast gransking, sum hevur verið frammi um koronutíðina sum heild vísur, at flestir føroyingar eru nøgdir við handfaringina av koronukreppuni.
- Onkuntíð stóðu vit við vindeygað, men vit sluppu ikki inn, sigur Ann Hermansdóttir, prestur, sum misti pápa sín meðan ellisheim vóru latin aftur. Hon minnist hvussu tey sóu pápan, Herman Bærentsen, følna í einsemi.
Í fyrsta parti spyrja vit, hvaðani tilmælini komu, hvussu eldraøki varð ávirkað og hví smittutøl skuldu kunngerast?
Hoyr 1. part:

























