- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarar í Kollafirði hittu borgarstjóran
Borgarafundur var í Kollafirði týskvøldið, har borgarstjórin og partur av býráðsmanningini og -umsitingini vóru við.
Nógv fólk var møtt á fundinum, har býráðið legði fram sínar ætlanir um viðurskifti í økinum. Vetrarfriðing, fríðkan, útstykking, miðstaðarætlan, bussleið, barnagarður og tilboð til ung vóru umrødd.
Býráðið sigur í tíðindaskrivi, at stórur áhugi var fyri ætlaðu útstykkingunum í Homrum og á Lygnesi, og eisini fyri miðstaðarætlanini, sum fleiri høvdu ymisk uppskot um. Miðstaðarætlanin verður viðgjørd í løtuni, og býráðið sigur, at øll góð hugskot í hesum sambandi eru kærkomin.
Barnagarður og vetrarfriðing
Í fundarfrásøgn sigur býráðið, at full semja aldri fæst um bussleiðina, men at batar eru ávegis, umframt at aðrar broytingar kanska verða gjørdar í komandi sáttmálaskeiði. Nýggjur barnagarður var dúgliga viðgjørdur á borgarafundinum, umframt tilboð til ungdóm í Kollafirði.
Nógv tíð fór eisini til komandi vetrarfriðingina, sum er eitt sera stórt mál, tí bygdin er stór og sera long, og vetrarfriðing av hesum sama verður dýr. - Men eisini her var stórur vilji at finna loysnir, sigur kommunan á heimasíðu sínari.
Breið semja var eisini á borgarafundinum um at royna at varðveita staðarnøvnini í bygdini og at fáa skil á skeltingina.