- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stjørnan upp á fremsta pláss

Stjørnan vann á Kyndli í gjár og er nú oddaliðið í SMS-deildini framman fyri H71, sum tó hevur spælt tveir dystir minni.
Klaksvíkingarnir vunnu við fimm málum, 33-28, men onkra løtu var munurin 10 í dystinum í Klaksvík. Mina Sirdal Henriksen og Jancy Jógvansdóttir Poulsen skutu sjey mál í part, og Sarah Spangsmand Madsen skoraði seks ferðir fyri Stjørnuna.
Bára Krossteig Hansen var toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum.
Tveir aðrir dystir vóru í gjárkvøldið. Neistin reisti seg eftir evropeiska avsmurningin ímóti Zug við 26-22 sigri á EB á Eiði, har Anna Sigrunardóttir Mikkelsen skoraði átta mál fyri tær bláu.
VÍF vann 32-26 á StÍF í Vestmanna. Stjørnan hevur 16 stig, H71 hevur 14, Neistin 13 og VÍF 12. Um vikuskiftið tekur Stjørnan ímóti EB, VÍF vitjar H71, og Kyndil tekur ímóti StÍF.


























