- Tíðindi, mentan og ítróttur
Býráðsfundur endaði í ruðuleika

Býráðsfundurin hjá Tórshavnar býráð í kvøld fekk ikki tikið støðu til gegnið hjá Bergi Roberti Dam Jensen.
Í staðin endaði fundurin í ruðuleika, tí øll andstøðan og tveir samgongulimir rýmdu av fundinum, og málið kom tí ongantíð til atkvøðugreiðslu.
Býráðið skuldi annars á fundinum gera av, um Bergur Robert Dam Jensen er gegnigur ella ikki í málinum um Norðreki í Kollafirði, har hann hevur skotið upp at byggja ein eldradepil.
Hetta var seinasta opna málið á skránni hjá býráðnum í kvøld. Viðgerðin byrjaði við, at ávikavist Heidi Lava Elgeirsdóttir, Guttormur í Skála og Anja Weyhe tóku orðið og øll vístu á, at Bergur Robert Dam Jensen er ógegnigur í málinum um Norðreki í Kollafirði.
Sambært teimum er hann tað, tí festarin av Norðreki, har Bergur Robert Dam Jensen á býráðsfundi tann 17. september skeyt upp at gera ein Eldradepil, er mamma Berg Robert Dam Jensen.
Síðani tók Bergur Robert Dam Jensen sjálvur orðið og talaði sína søk og svaraði eisini uppá sumt av tí, sum teir tríggir undanfarnu røðararnir høvdu ført fram.
Rýmdu av fundinum
Andstøðan helt seg kúrra, inntil Tróndur Sigurðsson bað um orðið. Hann vísti á, at tað als ikki bar til at taka støðu til spurningin um gegnið, tí málið var so illa lýst. Hann spurdi eftir skjølum frá eitt nú løgfrøðingum og frá kommunala eftirlitinum.
Tróndur Sigurðsson segði, at samgongan átti hetta málið, alt sum tað var, og kallaði alt málið fyri eina stóra skomm og beinleiðis flóvisligt fyri Tórshavnar býráð. Síðan boðaði hann frá, at hann fór av fundinum. Honum á baki boðaði Annfinn Brekkstein við somu grundgeving frá, at eisini hann fór av fundinum.
Tá valdi Elsa Berg, borgarstjóri, at steðga orðaskiftinum fyri at fara beinleiðis til atkvøðugreiðslu í málinum. Andstøðulimirnir Birgir Nielsen, Høgni Vilhelmsen og Kári Johansen vístu tá á, at teir longu høvdu biðið um orðið, og so fóru teir eisini. So sat bara samgongan eftir í býráðssalinum, og tá so Bergur Robert Dam Jensen og Heðin Mortensen úr samgonguni eisini valdu at fara av fundinum, var fundurin ikki longur viðtøkuførur.
Sambært grein 6 í fundarskipan fyri Tórshavnar býráð er býráðið viðtøkuført, tá í minsta lagi helvtin av býráðslimunum eru á fundi.



























