Eingin semja um kommunulæknar og ellisheim

Eingin semja um kommunulæknar og ellisheim
Vantandi semja ger, at eingir fastir kommunulæknar eru knýttir at ellis- og røktarheimum
Arbeiðið at fáa ellis- og røktarheimum fastar kommunulæknar verður tikið uppaftur (tilvildarlig mynd.)
 
24.11.2026 - 06:27

Vantandi semja ger, at eingir fastir kommunulæknar eru knýttir at ellis- og røktarheimum.

Men arbeitt verður framvegis við málinum.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, í svari til Bjørt Lind, løgtingskvinnu.

Heilsu- og Orkumálaráðið hevur í eina tíð arbeitt við at gera skipan við føstum kommunulæknum knýttum  at ellis- og  røktarheimunum.  

Eingin semja

Hetta er gjørt í samstarvi við Kommunufelagið, eindarleiðarar á eldraøkinum, Heilsutrygd og Kommunulæknafelagið. 

Men higartil hevur ikki eydnast at fingið semju.

Arbeiðið hevur ligið stilt í eina tíð, sigur landsstýriskvinnan.

Men ætlanin er, at tað skal byrja aftur.

Sannlíkt er ikki neyðugt við lógarbroyting fyri at seta í verk skipan við kommunulæknum knýttum at ellis- og røktarheimum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Leygardag 28. november
Upp á tá - 271126
217150
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
Møti
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111