- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ken Fagerberg deyður einans 37 ára gamal

"Vit harmast stórliga, nú tað frættist, at Ken Fagerberg er farin."
Soleiðis skrivar 07 Vestur á sínum vanga á Facebook um fyrrverandi svenska leikaran í felagnum.
Ken Fagerberg kom til Føroya í 2017 at spæla við 07 Vestur og var áleypari í felagnum fram til summarið 2019.
Væl umtóktur ungdómsvenjari
Seinni gjørdist Ken Fagerberg venjari í felagnum, og í 2025 tók hann við sum høvuðsungdómsvenjari.
"Børnini vóru øll góð við Ken, og hann var góður við tey. Vit eru takksom fyri tíðina, vit fingu saman við Ken, á vøllinum og til venjingar. Tankar okkara eru hjá familju hansara, vinum og øllum teimum, sum stóðu honum nær," skrivar 07 Vestur á sínum Facebook-vanga.
Nógvir miðlar í Norðurlondum skriva eisini um deyða Ken Fagerberg, eitt nú svenska Aftonbladet og danska TV2.
Orsøkin er, at Ken Fagerberg var einferð ein sera lovandi fótbóltsleikari, sum kundi kalla seg dýrasti unglingi í donskum fótbólti. Hetta hendi, tá FC Midtjylland í januar 2008 keypti tann tá 19 ára gamla Ken Fagerberg fyri 10 milliónir krónur frá svenska felagnum Örgryte IS.
Skiftið gjørdist ongantíð eitt lukkuligt eitt fyri Fagerberg, sum síðani endaði í Føroyum og føroyskum fótbólti.




























