SEV ger royndir við sjóvarfalsorku

SEV ger royndir við sjóvarfalsorku
Sjóvarfalsturbinur verða settar upp á havbotninum í streymasjógvi, har streymviðurskiftini eru hóskandi til at vinna orku burtur úr sjóvarfallinum
SEV sigur, at sjóvarfalsorka er mest støðuga orkukeldan á okkara leiðum, tá talan er um varandi orku
Mynd: sev.fo  
 
24.01.2014 - 13:28

SEV og stóra, týska fyritøkan, Voith, hava avtalað at gera royndir við sjóvarfalsorku. Tað skrivar sev.fo.

Samstarvið ber í fyrstu atløgu við sær, at Voith ætlandi setur eina sjóvarfalsturbinu upp á havbotninum á hóskandi stað í Føroyum.

Nevndarformaðurin í SEV, Jákup Suni Lauritsen, sigur við sev.fo, at SEV fegnast um møguleikan at fáa meiri vitan um hendan orkuformin í samstarvi við ein stóran, royndan leikara á økinum. Hetta er eisini í samsvari við grønu kósina hjá SEV at minka oljunýtsluna so nógv sum gjørligt.

Verkætlanin í Vestmannasundi heldur fram

Avtalan er eisini ein roynd at víðkað granskingarsamstarvið innan sjóvarfalsorku mótvegis útheiminum, eftir at SEV seinastu tíðina hevur samstarvað við Uffa Bærentsen, sum hevur roynt eina sjóvarfals-turbinu í Vestmannasundi.

Tað samstarvið heldur fram, hóast Voith nú eisini er inni í myndini. Voith er gomul týsk fyritøka, sum var stovnað í 1825.

SEV keypt meginpartin av sínum vatnturbinum frá Voith.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808