- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minkingin í fólkatalinum skal steðgast

Og fyri 1.apríl næsta ár skal landsstýrið leggja fyri løgtingið uppskot um langtíðar íløgur og politisk átøk.

Javnaðarflokkurin vil hava løgtingið at biðja landsstýrið koma við tiltøkum, sum skulu steðga minkingini í fólkatalinum í Føroyum.

Ein faklig nevnd skal gera uppskot um hesi tiltøk. Og tann nevndin skal um tveir mánaðir koma við einari fyribils frágreiðing, sigur Javnaðarflokkurin.

Serliga ungfólk

Javnaðarflokkurin sigur, at frá 2004 til 2011 var nettofráflytingin 1992 fólk, 1072 kvinnur og 920 menn. Og tað eru serliga tey ungu, sum rýma: 91 prosent av teimum, sum fluttu av landinum, vóru ungfólk millum 20 og 24 ár.

Tann 31.desember í fjør búðu 169 færri fólk í Føroyum enn 1.januar. Og fólkatalið heldur fram at minka í ár.