Grágás í Føroyum skal ikki friðast

Grágás í Føroyum skal ikki friðast
Grágásin skal ikki longur vera friðað í Føroyum, heldur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Hann fer at biðja Løgtingið broyta fuglaveiðilógina
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vil nú hava Løgtingið at broyta fuglaveiðilógina, so loyvt verður at skjóta grágás ella styggja hana við byrsu
 
28.01.2014 - 17:45

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskimálum, vil hava Løgtingið at broyta fuglaveiðilógina, so loyvt verður at skjóta grágás ella styggja hana við byrsu.

Jarðareigarar eiga at sleppa at skjóta grágás í veltum bøi, sigur landsstýrismaðurin. Bøndur siga, at grágásin ger stóran skaða á bøin. Tað vísa royndir hjá Búnaðarstovuni eisini.

SÍ EISINI Bøndur vilja sleppa at skjóta grágás

Búnaðarstovan hevur tí biðið landsstýrið um at fáa lógina broytta, so loyvt verður at skjóta grágás aftur í Føroyum, men bara á veltum lendi.

Føroya fuglafrøðifelag ósamt

Føroya fuglafrøðifelag mælir tó staðilig frá, at loyvi verður givið til at skjóta grágás. Tað sigur felagið í hoyringarsvari, ið er sent Fiskimálaráðnum.

Sambært Fuglafrøðifelagnum eru enn eingi vísindalig prógv fyri, at grágásin elvir til týðandi fíggjarligan miss hjá bóndunum.

SÍ EISINI Fuglafrøðifelagið mælir frá at skjóta grágás

Uppskotið hjá Jacob Vestergaard var á skránni fyri landsstýrisfundin í gjár, og tað verður nú sent samgonguflokkunum til ummælis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011