Kjak um stýrisskipanarlógina

Kjak um stýrisskipanarlógina
Gunvør Balle í Tjóðveldi og Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkin fara at kjakast í sjónvarpsstovuni eftir Dag og Viku í kvøld
 
18.02.2014 - 14:49

Kjakið í sjónvarpinum í kvøld snýr seg um uppskotið hjá Tjóðveldi at seta inn í stýrisskipanarlógina møguleikan at halda fólkaatkvøðu um lógaruppskot, um ein triðingur av løgtinginum krevur tað.

Og so vil Tjóðveldi hava, at nevndarfundirnir í løgtinginum verða almennir, og at nevndirnar kunnu skipa fyri almennum hoyringum.

Tjóðveldi vil eisini hava, at aðrar lógir ikki kunnu avmarka tær heimildir, sum lógin um alment innlit ásetir.

Gestir í sjónvarpsstovuni verða framsøgufólkini Gunvør Balle í Tjóðveldi og Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum.

Bogi Godtfred er vertur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Trapputing í Klaksvík
205848
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810