HB vann klaksvíkskappingina

HB vann klaksvíkskappingina
HB vann finaluna ímóti Kí og B36 vann bronsudystin ímóti ÍF.
 
23.02.2014 - 21:02

Kì hevur í nógv ár skipað fyri einari Klaksvíkskapping áðrenn landskappingin fer í gongd. 
Hon er soleiðis skipað, at KÌ sum eru vertir altíð luttekur. Síðani verða tey trý liðini sum endaðu ovast árið fyri boðin við.

 

Lutakast var fyrr í vikuni, og tá varð avgjørt at HB og B36 skuldu spæla fyrra dystin og síðani ÌF og KÌ.

HB vann heili 5-1 á B36, ímeðan ÌF og KÌ spældu javnt 1-1. Tá varð farið til brotssparkskapping og vann KÌ síðani 5-4.

 

Í dag skuldu so B36 og ÌF spæla bronsudystin og vann B36 dystin 3-1. 
HB og KÌ spældu síðani finaluna kl 15.30 í dag og HB vann dystin 1-0. Sigursmálið skoraði Pól Ingason.

 

Í sendingini Pulsurin í dag segði Eyðun Thorgeirson at eini 400 áskoðarar vóru til dystin og talan var um ein spennandi dyst.

 

HB hevur nú vunnið tvey steyp av tveimum møguligum. Teir vunnu fyrst VFF cup og nú Klaksvíkskappingina. 
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576