Filmsfólkafelag sett á stovn

Filmsfólkafelag sett á stovn
Ingun í Skrivarastovu er forkvinna í nýggja felagnum Føroysk Filmsfólk.
 
06.03.2014 - 15:13

Aftaná aðalfundin í Pæsastovu tann 23 febr. hevur nevndin nú skipað seg soleiðis:

Ingun í Skrivarastovu, forkvinna, Andrias Høgenni, næstformaður. Skrivari Sigga Vang, kassameistari Julia í Kálvalíð, og Sámal Jákup Jakobsen, nevndarlimur, sum starvast hjá Klippfisk. Tiltakslimir eru Elin B. Heinesen og Dávur Djurhuus.

Felagið fegnast um, at stig nú eru tikin til at 500.000 krónur eru markaðir til filmslist og vinnu. Hetta er eitt framstig. Tá hugsað verður um, hvussu stóran mun tær 200.000 kr. sum grunnurin hjá Norðurlandahúsinum og Klippfisk hava gjørt, ber til at siga, at hetta kann stimbra einari veruligari filmsvinnu herheima.

Felagið fer nú undir at savna tey, sum arbeiða innan filmsvinnu, og at skipa heimasíðuna www.film.fo.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210