Oljulóggávan skal broytast

Oljulóggávan skal broytast
Oljuskattalógin er vorðin ov gomul, heldur Tjóðveldi, sum vil hava løgtingið at biðja landsstýrið at endurskoða lóggávuna.
Nú skal oljulóggávan broytast, sigur Tjóðveldi í uppskoti. Vinnumálaráðið vil eisini hava broytingar.
 
10.03.2014 - 09:14

Knappliga 15 ár eru nú liðin, síðani fyrstu lógirnar at skatta og krevja framleiðslugjøld av kolvetnisvirksemi undir Føroyum vórðu samtyktar. Síðani hava verið trý útbjóðingarumfør.

Og oljuprísurin er ein heilt annar nú enn fyri 15 árum síðani.

Samanumtikið byggir galdandi lóggáva í Føroyum so at siga bara á inntøkur til landskassan fyri staðfest yvirskot av oljuframleiðslu. Framleiðslugjøldini eru viðfáningur. Tey eru læst føst í føstum krónuupphæddum og føstum prosenttali, sigur Tjóðveldi í uppskoti sínum til samtyktar.

Vinnumálaráðið vil eisini hava broytingar í oljulóggávuni fyri at kunna brúka góða hálva aðru millión krónur, sum vóru eftir í Føroyum, tá oljufelagið ENI gavst her í 2011. Pengarnir, sum ENI setti av til førleikamenning, skulu nú brúkast til at marknaðarføra leiting eftir olju við Føroyar.

Marknaðarføringin skal vara í trý ár, ætlar Vinnumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115