Bakkafrost fær nýggjan nevndarlim

Bakkafrost fær nýggjan nevndarlim
Formaðurin og tríggir nevndarlimir standa fyri vali
Bakkafrost fær nýggjan nevndarlim
 
16.03.2014 - 10:45

Aðalfundur verður 5. apríl, og tá verður nýggi nevndarlimurin valdur.

Trine S. Romuld gevst í nevndini, og valnevndin mælir til, at Thor Magne Lønnum verður valdur fyri hana.

46 ára gamli Thor Magne Lønnum er fíggjarstjóri í norska tryggingar- og pensjónsfelagnum Tryg.

Johannes Jensen og Virgar Dahl standa eisini fyri vali, og valnevndin mælir til, at teir verða valdir aftur. 

Valnevndin skjýtur eisini upp, at Rúni M. Hansen heldur fram sum formaður næstu tvey árini.

Nevndin skjýtur upp, at nevndarlimirnir í Bakkafrosti fáa 180.000 kr. um árið, at næstformaðurin fær 225.000 kr., og formaðurin 360.000 kr. um árið. 

Og tað eru eisini stór tøl, sum aðalfundurin í Bakkafrosti skal viðgera á aðalfundinum hesaferð.

Bakkafrost hevði eitt framúr gott ár í fjør, og ongantíð fyrr hevur nøkur føroysk fyritøka kunnað víst á so gott úrslit.
Úrslitið var 727 milliónir kr. fyri skatt, og 589 milliónir kr. eftir skatt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Hósdag 26. november
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
217028
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928