Lítil áhugi at leita eftir olju í Føroyum

Lítil áhugi at leita eftir olju í Føroyum
Áhugin at leita eftir olju undir Føroyum er minkaður so nógv, at Vinnumálaráðið heldur tað vera neyðugt at seta tiltøk í verk at marknaðarføra.
Áhugin at leita eftir olju í føroyskum øki er ógvuliga lítil.
 
19.03.2014 - 09:03

Tingið fer í dag at viðgera eitt uppskot frá Johan Dahl, landsstýrismanni, um heimild at brúka pening, sum oljufelagið ENI rindaði til førleikamenning, at marknaðarføra føroyska landgrunnin.

Tá oljufelagið ENI gavst við sínum virksemi í Føroyum í 2011, stóð góð hálv onnur millión krónur, sum felagið rindaði til førleikamenning, framvegis á kontu á Gjaldstovuni, og ætlanin er at nýta hesa upphædd í trý ár til marknaðarføringina.

Sambært lógini um útbjóðingarumfar skulu feløg, sum leita eftir olju, veita fíggjarligan stuðul til tess at menna vinnuførleika í Føroyum. Í løtuni eru sjey leitiloyvi í gildi, men ógreitt er, um feløgini hava áhuga at leingja loyvini, sigur Vinnumálaráðið.

Jarðfeingi hevur gjørt eina ætlan um, hvussu føroyski landgrunnurin kann marknaðarførast. Hildið verður, at áhugin fyri føroyska økinum veksur aftur, tí enn er tað lutfalsliga lítið kannað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558