Frá halli til avlop í Norðoya Sparikassa

Frá halli til avlop í Norðoya Sparikassa
Góðskan á útlánunum er batnað og tapsvandin tískil minkaður.
 
21.03.2014 - 10:58

Fyri fyrstu ferð í nøkur ár hevur Norðoya Sparikassi avlop.

Avlopið í fjør var 5,5 mió. kr. eftir skatt. Í 2012 hevði sparikassin 20 milliónir í halli, og árini 2009 til 2012 var hallið samanlagt 119 mió. kr.

Norðoya Sparikassi hevur nú minni lán til stórar kundar. Í staðin fyri eru komin lán við minni váða.

Hetta er betri fyri sparikassan, góðskan á útlánunum batnar og solvensurin styrkist, sigur Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa.

Innlánini vuksu trý prosent í fjør.

Og gjaldførislánið frá Tjóðbankanum varð afturgoldið fyri ásettu tíðina. Kortini batnaði gjaldførið hjá Norðoya Sparikassa. Við árslok 2013 var solvensurin 19,4 prosent.

Norðoya Sparikassi verður útnevndur at vera SIFI peningastovnur. Hann skal tí lúka nýggj, herd, krøv, sum koma stigvíst hetta til 2019.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037