Rusland styrkir herin á markinum til Ukraina

Rusland styrkir herin á markinum til Ukraina
Amerikanskir talsmenn í OSCE siga, at russiskir hermenn er savnaðir nærindis ukrainska markinum
 
07.04.2014 - 15:11

Russiskt sinnaði mótmælisfólk tóku seg í gjár inn í stjórnarbygningar har eysturi í Ukraina. Amerikanskir sendimenn siga, at russiskir hermenn eru á varðhaldi við ukrainska markið, har teir vanliga ikki eru í friðartíð, skriva tíðindastovurnar Ritzau og AFP.

Amerikanskir talsmenn í OSCE - felagsskapinum fyri Trygd og Samstarv í Evropa - heita á Rusland um at avmarka stríðið og heldur samskifta við altjóða samfelagið.

Samstundis sigur fyribils virkandi ukrainski forsetin, Oleksandr Turtjynov, at Rusland eigur sín lut í ofriðinum, sum hevur verið har eysturi í Ukraina seinastu tveir dagarnar.

- Mótmælisfólkini, sum halda við Ruslandi, eru partur av eini ætlan, sum skal máa støðið undan Ukraina, sigur ukrainski forsætisráðharrin, Arsenij Jatsenjuk.

- Víðgongdu bólkarnir samskipa sínar atgerðir við útlendsk herlið. Teir hava ætlanir um at fáa skapt ófrið, og at fáa útlendsk herlið at fara yvirum markið at taka landaøki. Tí loyva vit ikki, segði Jatsenjuk á stjórnarfundi í Kiev í dag.

Í fleiri landspørtum í Ukraina ynskir fólkið at hava fólkaatkvøðu, um landið skal gerast partur av stýrinum í Moskva, tá Ukraina heldur forsetaval tann 25. mai. Høvuðsvalevnini ynskja bæði, at Ukraina skal knýta tættari bond við Evropa, og gerast minni bundið at Ruslandi, soleiðis sum landið søguliga hevur verið, skriva Ritzau og AFP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386