Horvna flogfarið: Ringar vónir

Horvna flogfarið: Ringar vónir
Vónirnar um, at horvna malaysiska MH-370-flogfarið nakrantíð verður funnið, minka hvønn dag
Vónirnar, at finna horvna MH370-flogfarið hjá Malaysia Airlines, ið hvarv á túri frá Kuala Lumpur til Beijing, minka, nú ein mánaði er farin, síðan flogfarið hvarv sum døgg fyri sólini 8. mars

08.04.2014 - 14:47

Vónirnar, um at finna horvna malaysiska flogfarið, eru farnar at vikna, nú tað í dag er ein mánaði síðani flogfarið hvarv, og tí halda battaríini í svørtu kassunum sær ikki longur.

Um vikuskiftið hoyrdu fleiri skip ljóð, sum kundu stava frá svørtu kassunum, men síðan seinnapartin leygardagin og fyrrapartin sunnudagin, hevur einki verið at hoyrt, sigur Angus Houston, sum stendur á odda fyri leitingini.

SÍ EISINI F...ør og skip kanna nýggjar slóðir

- Vit mugu tryggja okkum, at als einki er at gera, og tá steðgar leitingin, sigur Angus Houston. Hóast útlitini eru døpur, so ætla myndugleikarnir at leita í nakrar dagar aftrat.

Serlig útgerð verður nú nýtt, fyri at royna at fáa ljóð frá svørtu kassunum. Eydnast tað, so er ætlanin at senda ein kavbát niður at vita um flogfarið liggur á 4.500 metra dýpi vestanfyri Australia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871