Lærarafelagið kolldømir landsroyndina

Lærarafelagið kolldømir landsroyndina
Lærarafelagið vil hava landsstýrismannin í mentamálum, Bjørn Kalsø, at umhugsa støðuna, um ráðiligt er at halda fram við landsroyndini
 
13.04.2014 - 14:22

Undanroyndirnar til landsroyndina hjá næmingum í 4. og 6. flokki hava verið so miseydnaðar, at tær hava einki trúvirði longur. 

Tað sigur Føroya Lærarafelag í opnum brævi til Mentamálaráðið.

Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, sigur í samrøðu við Útvarpið, at skipanin er gjørd í óðum verkum, og ov lítil orka er brúkt til at fáa eina skipan, ið er gjørd so skilagott sum møguligt. Harafturat hava myndugleikarnir verið alt ov seinir at gera royndina, sum krevst.

Formaðurin sigur, at lærarar eru ivingarsamir um sjálva skipanina og eru ótryggir undan landsroyndini síðst í hesum mánaðinum. Tá skulu umleið 700 næmingar inn á somu heimasíðu samstundis, og tí er tað neyðugt, at skipanin verður roynd áðrenn.

-Vit taka ikki námsfrøðiligu og tøkniligu ábyrgdina av tí, sum mentamálaráðið ger. Vit halda, at Mentamálaráðið átti at tikið hetta í nógv størri álvara, sigur Herálvur Jacobsen, tí bæði lærarar, næmingar og foreldur taka tað í álvara.

Lærarafelagið vil hava landsstýrismannin í mentamálum, Bjørn Kalsø, at umhugsa støðuna, um ráðiligt er at halda fram við landsroyndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. oktober
Bolero 27. oktober 2024
182620
Sunnudag 27. oktober
Guðstænasta úr Bíggjar kirkju
182619
Sunnudag 27. oktober
Lesikrókurin - Eden
182618
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 26. oktober
Sært tú fuglin? II (2:2) - teknmálstulkað
182605
Leygardag 26. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182600
Leygardag 26. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182599
Fríggjadag 25. oktober
Veðrið
182590
Fríggjadag 25. oktober
Breddin: Rúsevni og politiska støðan
182580