Nær verður musikkskúlin bygdur?

Nær verður musikkskúlin bygdur?
Tað spyr nevndin fyri musikkskúlan um í almennum brævi til Tórshavnar býráð
 
14.04.2014 - 14:31

Almennur orðadráttur hevur tikið seg upp millum nevndina fyri musikkskúlan og forkvinnuna í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð.

Nevndin fyri musikkskúlan skuldsetir Tórshavnar býráð fyri at súlta málið.

Malan Thomsen, forkvinna í nevndini, sigur í almennum brævi til býráðið, at eitt uppskot um nýggjan musikkskúla er klárt, men einki hendir. Nevndin fær ikki samband við Tórshavnar kommunu, og tí ber ikki til at hjá teimum at fáa kunning ella fund um málið. 

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur í dag, at býráðið hevur útvegað projekt og fígging til at byggja ein nýggjan Musikkskúla í Havn. Nevndin fyri Musikkskúlan verður boðin til fundar beint eftir páskir, og tá verður eisini farið til undir arbeiðið at byggja musikskúlan, sigur Helena Dam á Neystabø.

Musikskúlin hevur verið leingi á veg. Í 2010 samtykti Tórshavnar býráð at fara undir at fyrireika at byggja nýggjan musikkskúla. Musikkskúlin skuldi eftir ætlan byggjast á fløtuni eystan fyri Norðurlandahúsið. 

Útvarpið tosaði fyri lítlari løtu síðani við Helenu Dam, á Neystabø. Spakin verður settur í í vár ella summar, sigur Helena Dam á Neystabø og avvísir, at málið verður súltað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928