Íslendingar vilja stovna ES-flokk

Íslendingar vilja stovna ES-flokk
Bólkurin Sjálvstøðugir Evropearar fara at stovna ES-vinarligasinnaðan flokk
Sjálvstøðugir Evropearar høvdu fingið 21,5 prosent av atkvøðunum, um val hevði verið í dag.
 
18.04.2014 - 10:03

Formaðurin fyri bólkin, sum nevnist Sjálvstøðugir Evropearar, Benedikt Jóhannesson, sigur, at skipað verður fyri almennum fundum at kjakast um at stovna nýggja flokkin.

Sambært nýggjastu veljarakanningini hjá Capacent Gallup, hevði ein mið-høgri-ES-vinarligasinnaður flokkur fingið 21,5 prosent av atkvøðunum, um val hevði verið í dag.

Bólkurin hevur havt nakrar fundir, men enn er langt á mál, sigur Benedikt Jóhannesson við íslendska kringvarpið. 

Mál, ikki persónar

Hann sigur, at hann hevur sjálvur ikki tikið støðu, um hann skal stilla upp, men hann leggur dent á, at tað snýr seg ikki um einstakar persónar, men um mál.

- Í mun til nógvar aðrar flokkar, vilja vit ikki byggja flokkin á ávísar persónar, men heldur á mál og spurningar, sigur Benedikt Jóhannesson, formaður í bólkinum. Flokkurin stuðlar fría initiativinum og fríu marknaðarkreftunum.

Fyrsti fundurin hjá bólkinum, Sjálvstøðugir Europearar, verður eftir páskir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283