Thor kærir Heilsufrøðiligu

Thor kærir Heilsufrøðiligu
Thor heldur fast um, at stóri fiskurin hjá Ran kann saktans etast. Handfaringin í lastini dálkaði ikki fiskin, sigur reiðaríið
Heilsufrøðiliga starvsstova kolldømdi okkurt um 80 tons av toski hjá Ran
 
02.05.2014 - 11:08

Reiðaríið Thor hevur kært ætlaðu avgerðina hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni um at vraka ein part av lastini, sum trolarin Ran kom heim við av Flemish Cap.

Thor heldur fast um, at frysti fiskurin er egnaður sum mannaføði.

Thor vil hava Heilsufrøðiligu starvsstovuna at kanna, hví fiskurin ikki er egnaður hjá fólki at eta. 

Thor vísir á, at grundgevingin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni byggir ikki á kanningar av fiskinum, men bara á handfaringina av fiskinum, at hon ikki hevur verið eftir forskriftunum. 

Reiðaríið viðgongur tó í hoyringarskrivinum, at virkingin ikki var eftir forskriftunum í øllum førum.

Men tað var tí, at fiskurin var ov stórur, og tí ikki kundi frystast í frystarunum, sum vóru  til endamálið, og heldur ikki bleiv bleiv pakkaður, tí at útgerð ikki var til tess. 

Men Thor heldur ikki, at tað prógvar, at hann eisini er dálkaður.

Tí reiðaríið skrivar, at handfaringin dálkaði ikki fiskin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026