Brúktu níggju milliónir til føroysk mál

Brúktu níggju milliónir til føroysk mál
Danska uttanríkistænastan brúkti í fjør góðar níggju milliónir krónur til at viðgera føroysk mál
 
05.05.2014 - 10:38

Tað vísur leyslig meting hjá Uttanríkisráðnum, sum hevur svarað fyrispurningi frá Løgmansskrivstovuni. 

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum bað Løgmansskrivstovuna spyrja, hvussu nógvar pengar, Uttanríkisráðið brúkar til føroysk mál.

 

Vita ikki neyvt

Uttanríkisráðið veit ikki neyvt at siga, hvussu nógv júst føroysku málini kosta. 

Ráðið roknar við ársverkum, sum skrivstovur, sendistovur og onnur meta seg at hava brúkt til at viðgera føroysk mál. 

Niðurstøðan er níggju og eitt hálvt ársverk í fjør, hálvt áttanda í Danmark og tvey í øðrum londum. 

Uttanríkisráðið leggur dent á, at tølini eru ikki fullfíggjað. 

Millum annað eru útreiðslurnar til donsku sjóverjuna ikki við. Og heldur ikki útreiðslurnar hjá statskassanum til trætuna millum ES og Føroyar um norðhavssildina og fundarvirksemið um handilsforðingarnar hjá ES móti Føroyum. 

 

Ætla at yvirtaka uttanríkismál

Tjóðveldi og Framsókn løgdu 23.oktober í fjør fram uppskot um at yvirtaka uttanríkismál, trygdarmál og verjumál 1.januar í ár. 

Fyrsta viðgerð var í løgtinginum 4.november. Men nú hálvt ár seinni er Uttanlandsnevndin ikki liðug við málið.

Tjóðveldi og Framsókn meta leysliga, at yvirtøkurnar fara at krevja hálvthundrað milliónir krónur afturat í játtan fram til 2020.   

Men, siga flokkarnir, allar royndir siga, at hetta fer at verða vunnið fleirfalt aftur í menningini av okkara vinnuligu, handilsligu og mentanarligu fortreytum.  

Uppskotið hjá Tjóðveldi og Framsókn er á skránni hjá Uttanlandsnevndini, sum hevur fund í dag klokkan 11.00.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519