- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Avlýsið landsroyndirnar í ár

Á aðalfundinum hjá felagnum 3. mai vóru landsroyndirnar til umrøðu.
Fólk vóru samd um, at tað er ørkymlandi fyri næmingarnar, at teir fyri aðru ferð í sama skúlarári skulu til landsroynd.
- Tað er longu farin sera nógv tíð av skúlaárinum við fyrireikingum til talgildar royndir. Skulu næmingarnir nú til annað slag av roynd, fer uttan iva aftur fitt av tíð við at fyrireika seg til hetta. Hetta metti aðalfundurin als ikki vera forsvarligt, stendur í skrivi frá felagnum.
Heim & Skúli heitir tí á avvarðandi myndugleikar, Mentamálaráðið og skúlaleiðslurnar, um at avlýsa royndirnar í ár, orsakað av serligu støðuni, sum er íkomin, nú talgildu royndirnar ikki kundu fremjast sum ætlað.
Felagið sigur tó, at tað er eitt rætt stig at taka at fara undir talgildar royndir.
Men skulu næmingarnir fara upp til talgildar royndir er minsta krav, at teir eru vanir og tryggir við tøknina, og at skipanin virkar sum hon skal, so skúlaárið verður órógvað minst møguligt, sigur felagið.
Mentamálaráðið hevur gjørt av, at landsroyndin 2014 verður ikki talgild.
Arbeitt verður ístaðin fram ímóti, at landsroyndirnar næsta ár verða talgildar.
Heim & Skúli metir tað ikki vera ráðiligt at brúka meira dýrabara tíð hjá næmingum og lærarum til royndir í ár, serliga ikki til eina pappírsútgávu, sum avgerð er tikin um at fara frá.
Felagið mælir ístaðin myndugleikunum til at brúka tíðina, sum hevði farið til at rætta uppgávurnar manuelt, til fyrireikingar av talgildum landsroyndum næsta ár.






















