Samfelagsfrøðingar hava stovnað felag

Samfelagsfrøðingar hava stovnað felag
Felagið skal vera ein vitanarpallur, sum stimbrar fakliga kjakið millum limirnar
Erika A. Hayfield er forkvinna í felagnum fyri samfelagsfrøðingar
 
08.05.2014 - 09:00

Samfelagsfrøðingar í Føroyum hava stovnað áhugafelag. Felagið eitur SamFelagið, Samfelagsvísindafelag Føroya. Í felagnum eru 30 limir.  

Endamálið hjá felagnum er at virka fyri fakligum íkasti til samfelagskjakið og styrkja ávirkanina frá samfelagsvísindaligum arbeiði og gransking, sigur forkvinnan, Erika Anne Hayfield. Felagið skal vera ein vitanarpallur, sum stimbrar fakliga kjakið millum limirnar. Felagið arbeiðir nú við at skipa fyri viðkomandi fyrilestrum og tiltøkum fyri ávíkavist limir og almenningin.

Heimasíða

Eisini arbeiðir felagið við at menna eina heimasíðu, sum skal vísa eitt yvirlit yvir føroyskar samfelagsfrøðingar, teirra førleikar og serøki. Eitt av endamálunum við síðuni er at gera tað lættari hjá fjølmiðlum at finna serfrøðingar til aktuell mál.ððm seg við Eriku Anne Hayfield sum forkvinnu. SamFelagið er fyri tey, sum hava lokið kandidat-, master- og PhD í samfelagsvísindi. 

Tey, sum lesa samfelagsvísindi, kunnu fáa atlimaskap. Í nevndini í nýggja felagnum eru Erika Anne Hayfield, Gestur Hovgaard, Kári Holm Johannesen, Súsanna Holm og Karin Johanna L. Knudsen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138