Samanbrestir í Turkalandi

Samanbrestir í Turkalandi
Ógvusligir samanbrestir hava verið millum løgregluna og mótmælisfólk í Turkalandi. Turkiski forsetin, Erdogan, er fyri hørðum atfinningum.
Yusuf Yerkel, ráðgevi hjá Erdogan, sparkar eitt mótmælisfólk.
 
16.05.2014 - 11:13

Tað byrjaði við sorgarleikinum í einum kolanámi í býnum Soma, har meira enn 300 arbeiðarar doyðu. 

Kolanámið verður knýtt at Erdogan og hansara flokki AKP. Eigarin av kolanáminum hevur tilknýti til løgregluna, og kona hansara er umboðsvald fyri AKP. 

Í sambandi við vanlukkuna verður eigarin av kolanáminum lagdur undir at hava keypt ov bíliga og gamla trygdarútgerð og hevur sostatt trygdina hjá arbeiðarunum í vanda. 

Vanlukkan hevði við sær, at tey avvarandi hjá deyðu kolanámsarbeiðararunum skipaðu fyri einum verkfalli í býnum Izmir, har 20.000 fólk stuðlaðu kolanámsarbeiðarunum.

Turkiska løgreglan varð boðsend at fáa skil á, men tað elvdi til samanbrestir millum løgregluna og mótmælisfólkini, har løgreglan brúkti táragass og vatnkanónir móti mótmælisfólkunum.

Erdogan fór eisini til Soma at halda røðu. Hann minti mótmælisfólkini á, at kolanámsvanlukkur vóru vanligar, og at tað hendu nógvar kolanámsvanlukkur í Bretlandi og Fraklandi í 19. øld

Hetta sissaði tó ikki mótmælisfólkini, sum róptu ókvæmisorð eftir forsetanum, og samanbrestir vóru aftur millum løgreglu og mótmælisfólk. Myndir eru almannakunngjørdar av einum av ráðgevunum hjá Erdogan, sum sparkar ein íbúgva í Soma, meðan hesin liggur niðri umgyrdur av tveimum herðmonnum.

Eisini eru søgur um, at Erdogan sjálvur slóg mótmælisfólk. 

Einstakir turkiskir fjølmiðlar hava lagt upptøkur út netið, har forsetin skal hava sligið mótmælisfólk. 

Myndirnar eru tó ikki serliga týðiligar, men fleiri vitni vátta, at Erdogan skal hava sligið mótmælisfólk.

Sambært seinastu teljingini doyðu 302 kolanámsarbeiðarar í vanlukkuni. 18 kolanámsarbeiðarar eru enn fastir í náminum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. desember
Góðan morgun Føroyar
201507
Mánadag 15. desember
Morgunlestur mánadagur 15.desember 2025
200534
Sunnudag 14. desember
Sunnudagstónar 14. desember 2025
201488
Sunnudag 14. desember
Ættirnar syngja og suða
201485
Sunnudag 14. desember
Bolero
201483
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Sunnudag 14. desember
Andaktin 3.sunnudag í advent
201480
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424