Dysturin móti Malta avlýstur

Dysturin móti Malta avlýstur
Malta kemur ikki til Føroyar at spæla venjingardyst í juni í ár, sum annars var avtalað fyri einum ári síðani
 
16.05.2014 - 12:00

Í oktober í fjør bjóðai Malta Føroyum venjingardyst á Malta 19. november. Avtalan var eisini, at Malta skuldi koma til Føroyar í juni í ár, staðfesti hjálparvenjarin Jóannes Jakobsen á heimasíðuni hjá FSF.

Síðani hevur einki verið at frætt um hendan dystin í Føroyum. 

Terji Nielsen, fjølmiðlafólk hjá FSF, sigur við Norðlýsið.fo, at ætlanin var, at dysturin skuldi spælast í Føroyum í juni, men tað hevur ikki borið til at finna eina dagfesting, har tað hevur borið til hjá báðum pørtum. 

Avtalan um ein dyst í Føroyum er tó framvegis galdandi, og arbeitt verður við at finna ein dag komandi ár, har Føroyar kann taka ímóti Malta, sigur Terji Nielsen við Norðlýsið.

Føroyska fótbóltslandsliðið spælir fyrsta EM undankappingardystin 7. september á heimavølli móti Finnlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744