Góður túrur hjá Ennibergi

Góður túrur hjá Ennibergi
Flakatrolarin Enniberg riggar til at fara nýggjan túr í Barentshavið. Teir komu á Havnina í síðstu viku við umleið 1000 tonsum av toskaflaki
Enniberg kom á Havnina í síðstu viku við umleið 1000 tonsum av toskaflaki. Nú verður riggað til nýggjan túr í Barentshavinum
 
21.05.2014 - 16:44

Túrurin var góðar átta vikur. Hetta var fyrsti túrurin hjá Ennibergi eftir stóru umbyggingina, har m.a. høvuðsmotorurin og verksmiðjan vórðu skift.

Sonny Johannesen, skipari á Ennibergi, sigur við heimasíðuna hjá Jóanesi Nielsen, at trupulleikar á nýggju verksmiðjuni gjørdu, at túrurin vardi einar 14 dagar longur enn neyðugt.

Oljuútreiðslurnar verða færri

Høvuðsmotorurin og annars tað, sum skipasmiðjan MEST stóð fyri at skifta, riggaði væl, sigur Sonny Johannesen. Við nýggju tøkniligu skipanini kann Enniberg nú eisini kann sigla við ljósmotorinum.

Ferðin var 10 fjórðingar um tíman, og tað fer at hava við sær, at oljuútreiðslurnar verða færri, sigur Sonny Johannesen. Arbeitt verður alt samdøgrið at gera ábøtur á verksmiðjuna.

Gongst sum ætlað, fer Enniberg nýggjan túr mánakvøldið ella týsdagin, skrivar heimasíðan hjá Jóanesi Nielsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Mikudag 25. november
Heilsuhornið
216950
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858