- Tíðindi, mentan og ítróttur
Musikkskúlin fluttur

Tað samtykti býraðið á býráðsfundinum í gjárkvøldið.
Musikkskúlin hevur fingið drúgva umrøðu seinastu tíðina, serliga tí prísuriun fyri skúlan hækkaði munandi.
Upprunaliga varð tosað um at nýta umleið 40 milliónir kr. til Musikkskúlan, men sambært býráðsskránni í gjárkvøldið, var prísurin endurskoðaður í desember í fjør, og tá varð íløgukarmurin hækkaður upp í góðar 67 milliónir kr.
Í apríl varð mælt til, at býráðið fór at umhugsa eitt annað pláss at byggja Musikkskúlan á.
Í gjár mælti Mentamálanevndin so til, at Musikkskúlin verður bygdur við Landavegin ístaðin fyri í Sortudíki.
Tað uppskotið varð einmælt samtykt.
Økið sum Musikkskúlin skal byggjast á, er økið við Landavegin, har sum hondbóltsfelagið Neistin fyri nøkrum árum síðani skuldi byggja eina ítróttarhøll.
Arbeiðið steðgaði, og seinni hevur kommunan yvirtikið økið
Møguliga verður neyðugt at broyta byggisamtyktina fyri økið, áðrenn nýggi Musikkskúlin kann byggjast við Landavegin.


























