- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kinesisk eftirlitsvitjan verður í juni

Kinesararnir koma 23.juni og steðga her í fýra dagar, tað upplýsir Heilsufrøðliga starvsstovan.
Heilsufrøðiliga starvsstovan skal kannast
Í fyrstani var ætlanin at vitja tvey laksavirki og tvey uppsjóvarvirki.
Men nú vilja kinesarar eisini síggja laksaling í Føroyum og kanningarstovuna hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Heilsufrøðiliga starvsstovan skal rinda
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur fingið at vita frá donsku sendistovuna í Beijing, at Heilsufrøðiliga starvsstovan skal fíggja ferðina hjá fimm ella seks eftirlitsfólkum úr Kina og kinesiskum umboði fyri donsku sendistovuna í Beijing.
Ein leyslig kostnaðarmeting sigur, at ferðin fer at kosta 300.000 kr. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur fingið tilsagnir um fígging til vitjanina úr Kina.
Útflutningurin til Kina veksur
Føroyski útflutningurin til Kina veksur skjótt. Hann var 100 mió. kr. í 2011, 200 milliónir í 2012 og í fjør varð útflutt til Kina fyri okkurt um hálva milliard.
Fyri at útflyta matvørur til Kina krevst heilsuváttan. Í fjør skrivaði Heilsufrøðiliga starvsstovan 2.144 heilsuváttanir til vørur, sum fóru úr Føroyum til Kina.
Kina keypir nógvan laks úr Føroyum, og nú hevur føroyskur makrelur eisini áhuga hjá keyparum í Kina.


























