Samanlegging av skúlum stór sparing

Samanlegging av skúlum stór sparing
Men fólkaskúlin koyrir á lægsta blussi, tí játtanin til fólkaskúlan hevur staðið í stað. Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum.
 
26.05.2014 - 09:49

Seinastu seks árini eru 14 fólkaskúlar í Føroyum lagdir niður. Og næsta skúlaár verður ein færri enn nú. 

Í 2008 vóru 61 fólkaskúlar, nú eru teir 47, og í summar verða teir 46, tí tá leggja skúlarnir í Klaksvík saman.

Tað sigur formaðurin í Lærarafelagnum, Herálvur Jacobsen, við Skúlablaðið. 

Serliga smáu skúlarnir fækka

Hann sigur, at serliga teir heilt smáu skúlarnir gerast færri, skúlarnir, sum hava úr einum upp í 24 næmingar, eru fækkaðir úr 21 skúlum fyri seks árum síðani niður í 11 hetta skúlaárið. 

Eisini skúlar, sum hava millum 25 og 49 næmingar, gerast færri. Teir eru farnir úr 12 niður í fimm. 

Í 2008 vóru 33 skúlar við færri næmingum enn hálvthundrað. Nú eru 16 eftir. 

- Sum gongdin í fólkatalinum er, er einki at ivast í, at aðrir av teimum smæstu skúlunum komandi árini verða niðurlagdir, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.

At skúlarnir eru fækkaðir merkir, at 10-15 mió. krónur ikki longur verða brúktar til teir smáu skúlarnar. 

Játtanin stendur í stað

Tá størri skúlar verða lagdir saman, verða pengar ikki spardir í sama mun, tí teir smáu skúlarnir kosta nógv meira at reka fyri hvønn næming enn teir stóru. 

Herálvur Jacobsen vil ikki siga, at peningurin so verður brúktur til at gera ábøtur aðra staðni í skúlaskipanini.

- Støðan er heldur, at í sama tíðarskeiði, sum smáu skúlarnir eru niðurlagdir, hevur játtanin til fólkaskúlan í fíggjarlógini staðið í stað. Lagt er ikki upp fyri lønarvøkstri, vaksandi pensjónsútreiðslum ella nýggjum virkisøkjum.

Tímatalið í fólkaskúlanum er nógv minkað og tað sama ársverkini. 

Fólkaskúlin koyrir avgjørt á lægsta blussi, soleiðis at minstukrøvini til tímatal í fólkaskúlalógini so dánt verða hildin. 

Ivasamt at dúva uppá samanleggingina 

Vit kunnu siga, at ein grundin til, at vit enn kunnu halda minstu krøvini, er, at smáu skúlarnir eru niðurlagdir. 

Játtanin til fólkaskúlan átti natúrliga at verið økt av lønarvøkstri, øktum eftirlønargjøldum og øktum virksemi, men soleiðis er ikki. 

Teir smáu skúlarnir hava tikið broddin av ringastu árinunum av sparingunum á fólkaskúlaøkinum, men nú smærru skúlarnir longu eru fækkaðir í stórum tali, er ivasamt, hvussu leingi vit kunnu dúva upp á tað, sigur formaðurin í Lærarafelagnum við Skúlablaðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Mikudag 25. november
Heilsuhornið
216950
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858