- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í dag er aftur nevningating

Tað var 20 november í fjør, at ein 61 ára gamal maður doyði, tá tað kom til ilnar millum hann og tann 69 ára gamla mannin, sum er ákærdur, í einum húsum í Havn.
Dómarin avgerð revsing
Siga nevningarnir, at tann ákærdi er sekur, verður tað dómarin, sum ger av, hvørja revsing tann ákærdi skal hava.
Verjin, Jógvan Páll Lassen, sigur, at ákæruvaldið hevur próvbyrðuna - at ákærin skal prógva, at tann ákærdi er sekur. Og tað heldur hann ikki, at ákærin hevur gjørt. Har eru ikki prógv fyri, at tann ákærdi førdi knívin, sigur Jógvan Páll Lassen.
Ákærin, John Kølbæk, sigur hinvegin, at frágreiðingin hjá ákærda hongur ikki saman og at teknisku prógvini benda á, at tað er ákærdi, sum drap.


























