- Tíðindi, mentan og ítróttur
Orða barna- og ungdómspolitikk

Hvussu skal Klaksvíkar Kommuna raðfesta barna- & ungdómsøkið?
Tað er spurningurin, sum 140 starvsfólk, fakfólk innan barna- og ungdómsøkið og foreldur í løtuni viðgerða og fara at niðurfesta á blað. Endamálið er at orða ein barna- og ungdómspolitkk, sum hevur til endamáls, at Klaksvíkar Kommuna fær niðurfeldar hugsanir um, hvat hon vil raðfesta á barna- og ungdómsøkinum komandi árini – tvørtur um valskeið, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.
Millum annað ynskir kommunan at festa á blað, hvussu kommunan kann skapa best møguligan trivnað, tryggleika og menning millum børnini og tey ungu í kommununi, og hvørji tiltøk eru neyðug at raðfesta fyri at røkka hesum málunum.
Tilmæli verður seinni í ár verður handað seinni í ár
- Tá ið tilmælið er handað, verður tað lagt fyri politisku skipanina til viðgerðar og støðutakan til ein barna- og ungdómspolitkk fyri Klaksvíkar Kommununu, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn & Ung.
Ætlannin er, at samtykti politikkurin verður eitt arbeiðsskjal hjá umsiting og tí politisku skipanini, sum verandi og komandi býráðspolitikarar kunnu styðja seg til.




























