Nýggj kanning

Nýggj kanning
Kanningin sum Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur tikið stig til, er serliga um sambandi millum Danmark og Føroyar
 
27.05.2014 - 10:20

Danir røkja føroysk áhugamál illa í makrel- og sildastríðnum við ES og í uttanríkispolitikki sum heild. Men meirilutin heldur, at Føroyar skulu verða verandi í ríkisfelagsskapinum.

Tað vísir kanningin, sum Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur gjørt í samstarvi við fyritøkuna Lóður.

Kanningin vísir, at fólk halda, at ríkisfelagsskapurin hevur ávísan mentanarligan, men stóran búskaparligan týdning fyri Føroyar. 

Meirilutin av teimum spurdu heldur, at fólkatingsumboðanin skal halda fram. Annarhvør sær donsku grundlógina sum sína grundlóg, men annarhvør vil hava egnu stjórnarskipan.

Kanningin vísir eisini, at fólk halda, at sosialar veitingar eru betri í Danmark enn í Føroyum. Tað hevur størri týdning at duga enskt betur enn danskt, men tey spurdu svara, at tey duga betur danskt.

Eisini spurt um føroysk viðurskifti

Umframt viðurskifti millum Danmark og Føroyar, fevnir kanningin eisini um aðrar spurningar.

Fólk eru tvíbýtt í spurninginum um almenna sølu av fiskirættindum, hóast ein lítil meiriluti er fyri. Og føroyingar eru ivasamir, tá teir verða spurdir, um Føroyar skulu verða tættari knýttar at ES enn nú. 

Kanningarnar almannakunngjørdar í morgin

Sjúrður Skaale hevur eisini latið gera eina kanning, hvør avleiðingin hevði verið fyri føroyska fiskivinnu, um Føroyar vóru við í ES.

Úrslitið av báðum kanningunum verður kunngjørt á tíðindafundi í morgin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Mikudag 25. november
Heilsuhornið
216950
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858