- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir menn verða ákærdir
Tveir menn verða ákærdir
Tveir ungir menn, sum sita í varðhaldi, fyri at hava rænt pengar frá einum starvsfólki í SMS annað páskakvøld, verða ákærdir

27.05.2014 - 11:02
<p>Menninir vórðu varðhaldsfongslaðir í fýra vikur beint eftir páskir. Varðhaldsfongslingin varð longd 14 dagar fyri einari viku síðani.</p>
<p>Annar maðurin hevur játtað, at hann framdi ránið móti einum starvsfólki í SMS. Starvsfólkið skuldi lata tríggjar taskur við pengum frá matstovunum í SMS í samdøgursboksina hjá BankNordik í Húsagøtu í Havn seint annað páskakvøld.</p>
<p>Tveir aðrir menn vórðu eisini tiknir í sambandi við ránið, men teir vórðu ikki varðhaldsfongslaðir. Og sum skilst verða teir heldur ikki ákærdir fyri ránið.</p>
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























