- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil styrkja samstarvið við Svøríki

Á fundinum umrøddu tær millum annað møguleikar fyri øktum samstarvi innan fíggingarvirksemi eitt nú í orku- og kervisútbyggingum. Eisini var samstarv innan e-handil umrøtt, og spurningurin um hvussu marknaforðingar kunnu beinast av vegnum.
Við á fundinum vóru sendifólk og ein svensk vinnusendinevnd umboðandi tíggju stórar svenskar fyritøkur. Millum fyritøkurnar teljast Fiskarföreningen Norden, NCC, NIBE, Orkla Foods Sverige, Saab, SEB og Volvo.
Málið upp um boykottið hjá ES, sum sambært løgmannsskrivstovuni er størsta vinnuliga marknaforðingin hjá føroyskum vinnulívi, var eisini á fundarskránni.
Annika Olsen segði eftir fundin í Tinganesi, at partarnar vóru sinnaðir at loysa avbjóðingar hjá londunum báðum. Fundurin ber boð um eitt gott og konstruktivt samstarv millum Svøríki og Føroyar.
Í dag fer Ewa Björling m.a. at seta Javnstøðuráðstevnu í Norðurlandahúsinum, umframt at hon saman við sendinevndini luttekur á Vinnulívsseminari í Norðurlandahúsinum.
Seinnapartin vitjar ráðharrin m.a. í Løgtinginum, har hon hevur fund við norðurlandaráðslimirnar og landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard




























