- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu royna eftir toski á Føroya Banka

Kunngerð er lýst, sum gevur útróðrarbátum í bólki 5, sum eru bátar undir 15 tons, møguleika at royna á Føroya Banka í samanlagt 70 fiskidagar, tað sum er eftir av hesum fiskiárinum.
Føroya Banki hevur verið friðaður fyri allari veiðu seinastu árini. Í lógini hevur landsstýrismaðurin tó heimild at loyva tíðaravmarkaðari veiðu við snellu, snøri ella tráðu.
Síðani 2010 hevur á hvørjum sumri verið loyvt smærru útróðrarbátunum at royna á bankanum í avmarkaðum dagatali.
Bátar, ið ætla sær á Føroya banka í ár, skulu søkja Vørn um fiskiloyvi. Bátar, sum longu hava søkt, nýtast ikki at søkja av nýggjum.
Toskurin á bankanum er av serligum slag og verður vanliga nýttur til serliga matgerð.


























