Flokkarnir brynja seg til valstríð

Flokkarnir brynja seg til valstríð
Tingfólk leggja seg nú í hvør sína taktisku grøv, fyri at verða klár um val verður útskrivað, og tað ger uppgávuna hjá løgmanni enn truplari
 
30.05.2014 - 13:27

Løgmaður er í trongum skóm, tað heldur John Johannesen, greinari. "Misálitið ímóti Jørgeni Niclasen var felt so tepurt, sum tað kundi, og nú er málið ikki ein trupulleiki hjá Jørgeni Niclasen, men ein trupulleiki hjá løgmanni", segði John Johannesen við útvarpið í dag.

Reimund Langaard og Helgi Abrahamsen úr tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum heittu, aftaná atkvøðugreiðsluna um misalitið á Jørgeni Niclasen, á løgmann um at loysa Jørgen Niclasen úr starvið. " Men tað vil fólkaflokkurin ikki finna seg í, og tí hevur løgmaður ein ógvuliga stóran trupulleika. Tað einasta, sum kann fáa alt upp á beint aftur er flyta landsstýrismenn í nýggjar landsstýrissessir. Men tað er ósannlíkt, at semja kann fáast um tað", heldur John Johannesen.

Støðar versnar

John Johannesen vísur á, at tað bert er løgmaður sum kann loysa hesa støðuna, og hon hevur eisini avleiðingar fyri hann. "Tì støða hansara sum samgonguleiðari og politikari viknar fyri hvønn dag ið fer, áðrenn málið verður greitt" heldur hann. 

Brynja seg til val

John Johannesen heldur, at greinar og úttalilsi seinastu dagarnar, benda á, at tingfólk brynja seg til val. "Og tað ger tað enn truplari hjá løgmanni at loysa støðuna, tí tingfólk leggja seg í hvør sína taktisku grøv. Støðan versnar fyri hvønn dag sum gongur, uttan at ein loysn er funnin", sigur John Johannesen. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Mikudag 25. november
Heilsuhornið
216950
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858