- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar á stórari bókamessu

Sissal Kampmann, Marjun S. Kjelnæs og Katrin Ottarsdóttir vera við á seminari, sum forlagið FarLit skipar fyri.
Farlit hevur seinastu tvey árini virkað sum bókmentastovnur og umboð fyri føroyskar rithøvundar uttanlands.
Á seminarinum í Gøteborg fara Sissal, Marjun og Katrin at viðgera avbjóðingarnar, tær hava sum rithøvundar, kvinnur og føroyingar, hvussu tað er at arbeiða sum rithøvundur í útlegd, og hvussu tað er at vita, at grannin og lærarin hjá børnum tínum eisini lesa tað, sum tú skrivar.
Føroyskar bókmentir hava ikki gjørt serliga nógv um seg í Svøríki í nógv ár. Tí heldur FarLir, at bókamessan í september er ein gyltur møguleiki at vísa svenskum og øðrum norðurlendskum lesarum, hvat føroyskir høvundar hava at bjóða.
Tí fer FarLit eisini at geva út eitt savn í svenskari týðing við yrkingum hjá teimum trimum høvundunum, sum fara á bókamessuna í Gøteborg.
Seinastu trý árini hava okkurt um 100.000 fólk verið á bókamessuni í Gøteborg.


























