- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin viðgerð fyri kavarasjúku

Fyri einum mánað síðani boðaði Landssjúkrahúsið Vørn frá, at raðfestingar í játtanarkarminum hjá Landssjúkrahúsinum gera, at eftir 31.mai, sum er í dag, verður eingin viðgerð í trýsttanganum hjá Vørn.
Landssjúkrahúsið skal brúkar pengarnar, sum tænastan kostar, millum eina og 1,2 milliónir krónur, til annað.
Elmar Højgaard, stjóri í Vørn, sum eigur trýsttangan, sigur, at hann hevur einki frætt aftur um málið.
Og á midnátt fáa kavararnir hjá Vørn forboð fyri at kava, so leingi eingin viðgerð er fyri kavarasjúku.
Fiskiveiðieftirlitið keypti trýsttangan í 1992. Hetta er einasti trýsttangi í landinum. Seinast, hann varð brúktur, var 24. mars í ár og 8.oktober í fjør.
Trýsttangin stendur hjá Vørn á Sandvíkarhjalla. Men ætlanin er at byggja honum eitt hús við Landssjúkrahúsið.
Landsstýrið bað Fíggjarnevndina seta eina millión krónur í fíggjarlógina fyri 2014, so byggjast kann til trýsttangan við Landssjúkrahúsið.
Venjing hevur verið í trýsttanganum eina ferð um mánaðin.
Tí samsvarar tað illa við arbeiði og vaktir á Landssjúkrahúsinum, at trýsttangin er á Sandvíkarhjalla og ikki við Landssjúkrahúsið.




























