Biður um eykajáttan á ólavsøku til serviðgerð

Biður um eykajáttan á ólavsøku til serviðgerð
Enn er ógreitt, hvussu stór umbønin verður, tí enn eru tveir mánaðir, til hon verður løgd fram
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum
 
05.06.2014 - 14:33

Uppskot um eykajáttan til serviðgerðir uttanlands kemur í løgtingið, so skjótt næsta tingseta byrjar á ólavsøku.

Tað fekk Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, váttað á landsstýrisfundi í gjár.  Men um talið verður sjey milliónir krónur, sum tað var á landsstýrisfundinum mánadagin í síðstu viku, er óvist. Á fundinum í síðstu viku var ikki undirtøka fyri at leggja eykajáttanarlógina fyri tingið í síðstu viku, tá tingfundur var. 

Landsstýrisfólk ivaðust í talinum, tí so nógv tøl vórðu nevnd, alt úr fýra milliónum upp í 12 milliónir krónur.

Hvørki meiri ella minni

Karsten Hansen var ikki sjálvur á landsstýrisfundinum, hann var burturstaddur.  Men sambært honum var eingin ivi um talið. Tað var sjey milliónir, hvørki meira ella minni, segði landsstýrismaðurin fyrr í vikuni.

 Um talið framvegis verður sjey milliónir á ólavsøku, ber ikki til at siga nú, sigur Karsten Hansen, tí kontan "serviðgerðir uttanlands" verður virkin í tveir mánaðir afturat, áðrenn eykajáttanin kemur í tingið.

Sjúkrahúsini ráða

Karsten Hansen sigur, at sjúkrahúsini hava ræðið á játtanini til serviðgerðir uttanlands. Men landsstýrismaðurin noyðist at biðja tingið um eykajáttan, verður tað neyðugt.

Karsten Hansen sigur, at í morgin verður fundur við tey, sum umsita kontuna "serviðgerðir uttanlands" fyri at fáa greiði á, um neyðugt er at spara nú, ella um tað skal bíða til eftir ólavsøku at taka avgerð, um haldast skal aftur ella ikki.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439